Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 320a, Kollafjørður

Mynd Av Økinum Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. apríl 2023 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 320a, Kollafjørður, frá B1 til D1, treytað av tilsøgn frá Búnaðarstovuni.

Í samband við endurskoðan av almennu byggisamtyktini fyri Kollafjørð og Signabø skal eitt óvirkið B1 havnaøkið, avtakast. Ístaðin fyri kemur 4. grundumráði, ætlað landbúnaði. Tjóðsavnið sendi eina áheitan til Tórshavnar kommunu um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 320a suðuri á Oyrini á Signabø til D1 øki, ætlað almenning, náttúrufri›ingar- og mentunarlig endamál. Orsøkin er, at leivdir frá gamlari hvalastøð frá 1902 eru í lendinum, og hevur hetta søguligan týdning sum ídnaðarminni og fyri samleikan á staðnum.

Broytingaruppskotið liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 20. februar 2024 til 2. apríl 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. apríl 2024.