Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 39e og 39f, Argir

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 39e og 39f, Argir. Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri økið frá A1 sethúsaøki, til A4 øki, ið er ætlað til opna/lága bústaðabygging. Opin/lág bústaðabygging er íbúðarbygging, sum í vavi er at sammeta við sethúsa- og tvíhúsabygging.
Tilfar, sum lýsir broytingaruppskotið, sært tú her:
- Almenna byggisamtyktin fyri matr. nr. 39e og 39f – áðrenn broyting
- Almenna byggisamtyktin fyri matr. nr. 39e og 39f – eftir broyting
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 8. juni 2026 til 20. juli 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 20. juli 2026.