Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini og nýggj serstøk byggisamtykt á Rætt, Kollafjørður

Kollafjørður Líðin Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri á Rætt, Kollafjørður.

Uppskotið til serstaka byggisamtykt snýr seg um at skipa økið til raðhúsa- og íbúðarbygging. Uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina snýr seg um at markið fyri A1 økið fylgir nýggju serstøku byggisamtyktini, og til hetta krevst at partur av 4. grundumráði verður broyttur til A1, umframt at D1 økið verður víðkað.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina á Rætt, liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 30. juni til 18. august 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. august 2026.