Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini og nýggj serstøk byggisamtykt fyri Sjósavnið á Argjum

Sjósavnið Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. apríl 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 56as og 82, Kirkjubøur (Argir), í smb. við ætlanir um at byggja nýtt sjósavn í økinum. Samtykt varð at:

  • broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. 56as og 82, Kirkjubøur, frá D1 frílendi til D3, sum er øki ætlað almennu stovnum. Harumframt verða tillagingar gjørdar í byggisamtyktini fyri matr. nr. 84 og 87 og litra a og d, soleiðis at teir partar av matriklunum, sum liggja sum D3 øki, verða broyttir til A1 sethúsaøki
  • gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri Sjósavnið á Argjum, matr. nr. 56as og 82, Kirkjubøur

Tilfar, sum lýsir uppskotið at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt, sæst her á síðuni og í Snarskivuni frá 2. november 2023 til 14. desember 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 14. desember 2023.