Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini og serstøku byggisamtyktini fyri vinnuøkið á Ovara Hjalla

Ovari Hjalli Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. februar og 5. mai 2025 uppskot um at broyta almennu og serstøku byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 139a Hoyvík, í sambandi við ger av vinnuútstykking í økinum.

  • Broytingin av almennu byggisamtyktini snýr seg um at víðka vinnuøkið eystureftir, uml. 33.000 m2, umframt at broyta part av B4 vinnuøkinum, ætlað til vinnuvirkir, til B7 øki, ið er ætlað til smærri vinnuvirkir.
  • Broytingin av serstøku byggisamtyktini snýr seg um at broyta øki B til smærri vinnuvirkir, soleiðis at tað samsvarar við almennu byggisamtyktina fyri økið, umframt at skapið á tí eina stykkinum, beint við innkoyringina til økið, verður broytt.

Tilfar, sum lýsir uppskotið at broyta almennu og  serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 6. juni 2025 til 18. juli 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. juli 2025.