Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini við Oyggjarvegin

Broyting av almennu byggisamtyktini við Oyggjarvegin_mynd
Broyting av almennu byggisamtyktini við Oyggjarvegin - byggisamtykt áðrenn broyting_kortmynd Broyting av almennu byggisamtyktini við Oyggjarvegin - byggisamtykt eftir broyting_kortmynd
1 / 3

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. juni 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 1231a og 1175a í Tórshavn.

Uppskotið snýr seg um at broyta part av matr. nr. 1231a og 1175a við Oyggjarvegin frá 4. grundumráði, ið er øki ætlað landbúnaði og B4 vinnuøki, til A2 øki, ið er øki ætlað høgari bústaðarbygging.

Á kortmyndunum niðanfyri sært tú, hvussu byggisamtyktin sær út áðrenn og aftaná broytingina:

Byggisamtykt áðrenn broyting

Byggisamtykt aftaná broyting

Viðgerðina í býráðnum sært tú í gerðabókini frá býráðsfundinum 21. juni 2023 (pkt. 166/23):

Gerðabók fyri býráðsfundin 21. juni 2023

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 3. juli 2023 til 2. september 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. september 2023.