Lurta
Almenn hoyring

Broyting av byggisamtyktini á Signabø

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 15. desember 2022 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri havnaøkið suðuri á Oyrini á Signabø, part av matr. nr. 320a.

Uppskotið snýr seg um at avtaka B1 havnaøkið, sum ikki er virkið, og leggja tað
sum 4. grundumráði, sum er øki ætlað landbúnaði.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kollafjørð
sært tú við at trýsta á leinkini niðanfyri. Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 10. januar 2023 til 21. februar 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu
skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 21. februar 2023.