Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av byggisamtyktini fyri Hest

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. november 2021 uppskot um at broyta
byggisamtyktina fyri Hest fyri part av matr. nr. 10a frá øki B-havnaøki til øki
SF-Frítíðarhús.

Ásetingarnar fyri øki SF-Frítíðarhús eru sambært uppskoti til endurskoðan av byggisamtyktini fyri Hest dagført 7. februar 2022, ið er sent Umhvørvis- og vinnumálaráðnum til góðkenningar.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av byggisamtyktini fyri Hest liggur
frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni, Vaglið 11, frá 1. juni 2022 til 13. juli 2022.

Tilfarið sært tú her:

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 13. juli 2022.