Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av byggisamtyktini fyri Kirkjubø

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 8a og 8d, Kirkjubøur.

Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 8a, 8d og 13a, Kirkjubøur frá J-øki til bóndahús og H-frílendi, til E-øki til almennir stovnar.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av byggisamtyktini, liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 12. juli 2022 til 23. august 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 23. august 2022.