Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av byggisamtyktini fyri matr. nr. 1175i, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. februar 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri matr. nr. 1175i, Tórshavn.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta matr. nr. 1175i, Tórshavn frá B4 vinnuøki til A2 øki ætlað bústaðarbygging í fleiri hæddum, í sambandi við ætlanir um at byggja íbúðir í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1175i, Tórshavn liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 19. apríl 2021 til 31. mai 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 31. mai 2021.

Kunngerð – Broyting av byggisamtyktini fyri matr. nr. 1175i, Tórshavn

Kort – áðrenn broyting

Kort – eftir broyting