Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av byggisamtyktini fyri matr. nr. 1465a, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. oktober 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri matr. nr. 1465a, Tórshavn.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta matr. nr. 1465a, Tórshavn frá A3 øki blandaða bústaðar- og miðstaðarbygging til D1 øki, ið er ætla til almenning, náttúrufriðingar- og mentunarlig endamál.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 1465a, Tórshavn liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 16. oktober 2021 til 4. januar 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 4. januar 2022.

Uppskotið til byggisamtyktina sært tú her: