Almenn hoyring

Broyting av byggisamtyktini fyri Norðradal

Uppskot til broyting av byggisamtykt fyri part av matrikkul 13a í Norðradali_mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. februar 2025 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 13a, Norðradalur.

Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina fyri part av matrikkli nummar 13a í Norðradali frá 4. grundumráði, ætlað landbúnaði, til øki F, ið er ætlað frítíðar- og summarhúsum. Uppskotið er í sambandi við ætlaða broytta nýtslu av ognini.

Tilfarið, sum lýsir uppskotið til broyting av byggisamtyktini fyri Norðradal, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 7. mars 2025 til 18. apríl 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. apríl 2025.