ALMENN HOYRING
Broyting av byggisamtyktini fyri øki til nýggja viðarlund á Argjum

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. oktober 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 4a, 200a, 122h og g, Kirkjubøur (Argir).
Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 4a, 200a, 122h og g frá D3 øki, stórir almennir stovnar, og 4. Grundumráði, landbúnaður, til D1 øki ætlað almenningi, náttúrufriðingum- og mentunarligum endamálum, í smb. við ætlaðu viðarlundina í økinum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á kommunalu heimasíðuni og í Snarskivuni frá 4. november 2022 til 16. desember 2022.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. desember 2022.