Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 1160a, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. mai 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 1160a, Tórshavn.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 1160a, Tórshavn frá 4. grundumráði til A1 og A2 øki bústaðarøki, í sambandi við ætlanir um at byggja sethús/raðhús og íbúðir í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 1160a, Tórshavn liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 2. juni 2021 til 14. juli 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 14. juli 2021.

Kunngerð – Broyting av byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 1160a, Tórshavn

Kort – áðrenn broyting

Kort – eftir broyting