Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 159e, Nólsoy

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Nólsoy fyri part av matr. nr. 159e, Nólsoy.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 159e, Nólsoy frá D øki til almennar stovnar og mentan, til A sethúsaøki.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta byggisam­tyktina fyri Nólsoy, part av matr. nr. 159e, Nólsoy, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 30. juni 2021 til 11. august 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. august 2021.

Kunngerð – broyting av byggisamtyktini

Kort – áðrenn broyting

Kort – eftir broyting