Lurta
Almenn hoyring

Broyting av byggisamtyktini fyri part av øki við Stórutjørn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri matr. nr. 139a og 1æf í Hoyvík.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 139a frá A3 øki og D2 øki til at verða 4 grundumráði, frá B8 øki til at verða B4 øki, frá A3 øki til at verða D2 øki og B4 øki umframt at broyta part av matr. nr. 1æf frá A3 øki til at verða D2 øki.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av øki við Stórutjørn liggur frammi á kommunalu heimasíðuni og í Snarskivuni frá 28. juni 2022 til 9. august 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 9. august 2022.

Tilfarið sæst her: