Almen hoyring

Broyting av byggisamtyktini fyri Velbastað

Uppskot til broyting av byggisamtykt fyri matrikkul 50ø á Velbastað

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. februar 2025 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matrikkul nummar 50ø á Velbastað.

Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina fyri matrikkulin frá øki E, ætlað almennum stovnum, til øki B, ið er ætlað sethúsum. Uppskotið er í sambandi við ætlaða broytta nýtslu av ognini.

Tilfarið, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Velbastað, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 7. mars 2025 til 18. apríl 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. apríl 2025.