Almenn hoyring

Broyting av loyvdum virksemi í A2-økjum í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu

A2-økir broytast í almennu byggisamtyktini november 2025_mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. september 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu. Uppskotið snýr seg um at broyta ásetingarnar fyri A2-øki, § 6, stk. 1 í almennu byggisamtyktini, soleiðis at orðing um annað virksemi verður løgd afturat bústaðarbyggingini, umframt at áseting um umhvørvisflokking kemur afturat.

Tú sært ætlaðu broytingarnar í almennu byggisamtyktini her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 26. november 2025 til 7. januar 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. januar 2026.