Lurta
Almenn hoyring

Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 3

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. apríl 2022 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 3 fyri matr. nr. 1300a, 1300b og 1301a við Hoyvíksvegin, Tórshavn.

Uppskotið snýr seg um at matr. nr. 1300a, 1300b og 1301a, Tórshavn, verða tiknir
úr serstøku byggisamtykt nr. 3.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 3, liggur
frammi her á heimasíðuni og í Snarskivuni frá 3. mai 2022 til 14. juni 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu
skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 14. juni 2022.

Serstøku byggisamtyktina áðrenn og eftir broytingina sært tú her:

Serstøk byggisamtykt nr. 3 - áðrenn broyting

Serstøk byggisamtykt nr. 3 - eftir broyting