Almenn hoyring

Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 4 – Tinganes og gamla Havnin

Undir Bryggjubakka

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2025 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og gomlu Havnina.

Endamálið við uppskotinum er at broyta ásetingar fyri D eindirnar (Vinnulívs­endamál), soleiðis at m.a. bústaðir eisini kunnu staðsetast í økinum. Harafturat verður fylgiskjal 4 dagført, soleiðis at byggilinjan fyriheldur seg til umstøður í dag, í mun til bygningar og bryggju, samstundis sum at smogur vera tryggjaðar millum Rektaragøtu og Bryggjubakka.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 4, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 4. september 2025 til 16. oktober 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. oktober 2025.

Tilfarið sært tú her: