Lurta
Almenn hoyring

Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 5

Byggisamtykt Nr. 5 Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 14. desember 2023 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 5 fyri økið millum Áarvegin, Húsabrúgv og Bringsnagøtu, Tórshavn.

Endamálið við uppskotinum er at varðveita dámin í økinum, ið ynskið er um at varðveita.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 5, sæst á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 18. desember 2023 til 4. februar 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 4. februar 2024.