Almenn hoyring
Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri Eysturbýin

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. januar 2026 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri Eysturbýin.
Uppskotið snýr seg um at broyta GR. 2 fyri eindirnar B1, B2, B3 og B4, soleiðis at tað umframt tvíhús, raðhús og teimum líkar bústaðir, somuleiðis kunnu byggjast íbúðir í økjunum.
Tilfar, sum lýsir broytingaruppskotið, sært tú her:
- Serstøk byggisamtykt nr. 7 - áðrenn broyting
- Serstøk byggisamtykt nr. 7 - eftir broyting
- Broyting av serstøku byggisamtykt nummar 7 - kort
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 10. februar 2026 til 24. mars 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 24. mars 2026.