Lurta
Almenn hoyring

Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7 í Tórshavn

Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7_mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. november 2021 uppskot um at broyta
serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri matr. nr. 1314, 1316b, 1317a, 1321a, c, d, e, f,
g, h, i og l í Tórshavn.

Broytingarnar verða gjørdar í sambandi við ætlanir um bygging á matr. nr. 1314 og snúgva seg harumframt um at fáa byggisamtyktina og veruliga virksemið í økinum til at samsvara.

Viðgerðina av uppskotinum sært tú í gerðabókini frá býráðsfundinum 25. november 2021:

Gerðabók fyri býráðsfundin 25. november 2021

Broytingaruppskotið sært tú her:

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 25. juli 2023.