Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. november 2021 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri matr. nr. 1314, 1317a, 1321a, c, d, e, f, g, h, i og l, Tórshavn.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 3. desember 2021 til 14. januar 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 14. januar 2022.

Uppskotið til serstøku byggisamtyktina sært tú her: