Almenn hoyring
Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Argjaboða

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 26. februar 2026 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Argjaboða. Uppskotið snýr seg um at víðka markið fyri serstøku byggisamtyktina fyri matrikkul 43g omanfyri Argjaboðagøtu, har endamálið er at skipa íbúðarbygging.
Markið fyri serstøku byggisamtyktina verður víðkað, so tað eisini fevnir um matrikkul 43h til tess at somuleiðis loyva íbúðarbygging niðanfyri Argjaboðagøtu.
Í uppskotinum eru viðkomandi fylgiskjøl dagførd, sum lýsa ætlaðu skipanina av økinum. Tilfarið, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Argjaboða, sært tú her:
- Verandi serstaka byggisamtyktin fyri Argjaboða
- Uppskot til broytta serstaka byggisamtykt fyri Argjaboða
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 4. mars 2026 til 15. apríl 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 15. apríl 2026.