Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Dr. Jakobsensgøtu og Sverrisgøtu

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Dr. Jakobsensgøtu og Sverrisgøtu fyri matr. nr. 321 og 322, Tórshavn.

Uppskotið snýr seg um at matr. nr. 321 og 322 Tórshavn, verða tiknir úr serstøku byggisamtyktini fyri Dr. Jakobsensgøtu og Sverrisgøtu.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtyktini, liggur frammi á kommunalu heimasíðuni og í Snarskivuni frá 12. juli 2022 til 23. august 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 23. august 2022.