Lurta
Almenn hoyring

Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Kvíggjartún

Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Kvíggjartún mars 2023

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. mars 2023 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Kvíggjartún.

Uppskotið snýr seg um víðka serstøku byggisamtyktina, soleiðis at hon eisini fevnir um matr. 56ch, Kirkjubøur, hetta í sambandi við ætlanir um at byggja íbúðir í økinum.

Byggisamtyktina áðrenn og aftaná broyting sært tú her:

Tilfarið, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtyktini, liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 30. mars 2023 til 10. mai 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 10. mai 2023.