Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Lagatrøð

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. mai 2021 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Lagatrøð, matr. nr. 864a, 864c, 864e, 864f, 864g, 864r, 864q, 864s, 864t, 864u, 864v, 864x, 864y, 864z og 864h, í Tórshavn.

Broytingaruppskotið snýr seg um at nágreina ásetingarnar viðvíkjandi mest loyvdu hædd á tí bygda.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 13. juli 2021 til 24. august 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 24. august 2021.

Uppskotið til byggisamtyktina sært tú her: