Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri part av Karlamagnusarbreyt

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri partin av Karlamagnusarbreyt ímillum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu.

Uppskotið snýr seg um at broyta byggifeltið fyri matr. nr. 135qv og 135qw, Hoyvík.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri partin av Karlamagnusarbreyt ímillum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 30. juni 2021 til 11. august 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. august 2021.

Kunngerð – broyting av serstøku byggisamtyktini

Serstøk byggisamtykt fyri partin av Karlamagnusarbreyt
ímillum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu

Kort – áðrenn broyting

Kort – eftir broyting