Almenn hoyring
Broyting av serstøku byggisamtyktini nr. 7 fyri Eysturbýin

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri Eysturbýin.
Uppskotið snýr seg um at skipa matr. nr. 1314 og 1303b, Tórshavn, til íbúðarbygging við tilhoyrandi hentleikum og fríøki.
Tilfar, sum lýsir broytingaruppskotið, sært tú her:
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 20. mai 2026 til 1. juli 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 1. juli 2026.