Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av Argjahamri

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mai 2022 uppskot um at broyta almennu
byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av Argjahamri. Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta:

  • part av matr. nr. 256, Kirkjubøur frá 4. grundumráðið til A3 øki, ið er ætlað til
    blandaða bústaðar- og miðstaðarbygging

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina, liggur frammi
á hesari síðuni og í Snarskivuni, Vaglið 11, frá 31. mai 2022 til 12. juli 2022.

Tilfarið sæst her:

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu
skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 12. juli 2022.