Lurta
Almenn hoyring

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 79a og 1nh, Hoyvík

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. september 2020 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 79a og 1nh, Hoyvík.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 79a, Hoyvík frá 4. grundumráði til A1 øki og part av matr. nr. 1nh, Hoyvík frá A1 øki til 4. grundumráði í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 79a og 1nh, Hoyvík liggur frammi á torshavn.fo/hoyringar og í Snarskivuni frá 6. oktober 2020 til 17. november 2020.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 17. november 2020.