Lurta
Almenn hoyring

Broyting í ásetingum um grundstykkjavídd í A1 økjum

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 26. oktober 2023 uppskot um at broyta ásetingarnar um minst loyvdu grundstykkjavídd til tví- og raðhús í A1 sethúsaøkjum í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, kap. II, §5, stk. 3 og 11.

Ásetingar fyri minstu grundstykkjavídd í A1 økjum á›renn broyting:

Kap. II, § 5

Stk. 3. Grundstykki skulu vera í minsta lagi 500 fermetrar.

Stk. 11. Í serstakari byggisamtykt kann, fyri eitt natúrligt avmarkað øki, verða loyvt at grundstykkini eru minni enn 500 fermetrar, tó í minsta lagi 400 fermetrar fyri stakhús og 300 fermetrar fyri hvønn partin av einum tvíhúsum ella raðhúsum. Ein partur av teirra minstuvídd kann verða lagdur sum felagslendi og sum bilstøðil.

Ásetingar fyri minstu grundstykkjavídd í A1 økjum eftir broyting:

Kap. II, § 5

Stk. 3. Grundstykki skulu vera í minsta lagi 500 fermetrar fyri stakhús og 300 fermetrar fyri hvønn partin av tvíhúsum ella raðhúsum. Fyri raðhús kann ein partur av minstuvíddini verða lagdur sum felagslendi, tó í mesta lagi 100 fermetrar fyri hvørt grundstykki.

Stk. 11. Í serstakari byggisamtykt kann, fyri eitt natúrligt avmarkað øki, verða loyvt at grundstykkini til stakhús eru minni enn 500 fermetrar, tó í minsta lagi 400 fermetrar.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, sæst á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 30. oktober 2023 til 11. desember 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. desember 2023.