Almenn hoyring
Broyting í ásetingunum fyri byggi- og nýtslustig í umráðispartinum A1
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta ásetingarnar fyri byggi- og nýtslustig fyri umráðispartin A1 í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri umráðispartin A1, soleiðis at tað í serstakari byggisamtykt fyri eitt natúrligt avmarkað øki, skal bera til at víkja frá ásetingum um mest loyvda byggi- og nýtslustig.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, sæst tú her:
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 12. mai 2026 til 23. juni 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 23. juni 2026.