Almenn hoyring

Broyting í ásetingunum fyri E-neystaøki í almennu byggisamtyktini

Kollafjørður neyst web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um at endurskoða almennu byggisamtyktina fyri E-neystaøkir.

Uppskotið snýr seg um at skipa neystabygging í tveimum ymiskum umráðispartum:

  • E1: Neystabygging, ið lutvíst kann innrættast til frítíðarhús, og smábáta-, frítíðar og ítróttarvirksemi, ið hevur við sjógvin at gera.
  • E2: Umráðispartur sum verður lagdur til smábáta-, vinnu-, frítíðar- og ítróttavirksemi, ið hevur við sjógvin at gera, og til tænastuvirksemi, ið hevur samband við hesi.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í almennu byggisamtyktini fyri E-neystaøkir, liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 3. juli 2026 til 21. august 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 21. august 2026.