Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting í byggisamtyktini fyri matr. nr. 1122a, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. november 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri matr. nr. 1122a, Tórshavn.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta matr. nr. 1122a, Tórshavn frá 4. grundumráðið til A2 øki, ið er ætla til at byggja hús í fleiri hæddum til bústaðarendamál.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina matr. nr. 1122a, Tórshavn liggur frammi hesari síðuni og í Snarskivuni frá 6. desember 2021 til 17. januar 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 17. januar 2022.

Uppskotið til serstøku byggisamtyktina sært tú her: