Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting í byggisamtyktini fyri øki við Oyggjarvegin

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 16. desember 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 1231 og 1175i, Tórshavn.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 1231 og 1175i, Tórshavn frá B4 vinnuøki til A2 øki ætlað bústaðarbygging í fleiri hæddum, í sambandi við ætlanir um at byggja íbúðir í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 1231 og 1175i, Tórshavn liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 22. desember 2021 til 2. februar 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. februar 2022.

Uppskotið til byggisamtyktina sært tú her: