Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting í byggisamtyktini fyri øki við Tinghúsvegin

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 16. desember 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 722a, 722c, 722b og 723g, Tórshavn.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 722a og 722c frá A1 øki til 2. Grundumráði. Harumframt er talan um at tillaga byggisamtyktina fyri matr. nr. 722b og 723g soleiðis at byggisamtyktin fylgir matrikulmørkunum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 722a, 722c, 722b og 723g, Tórshavn liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 22. desember 2021 til 2. februar 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. februar 2022.

Uppskotið til byggisamtyktina sært tú her: