Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting í byggisamtyktini fyri part av Argjahamri, Argir

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 16. desember 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av Argjahamri.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta;

  • part av matr. nr. 256, Kirkjubøur frá 4. grundumráðið til A3 øki, ið er ætlað til blandaða bústaðar- og miðstaðarbygging
  • part av matr. nr. 256, Kirkjubøur frá A3 øki til A1, ið er ætlað til sethús og eftir serloyvi frá byggivaldinum tvíhús
  • matr. nr. 4gs, 4gq, 4 gr og part av 256, Kirkjubøur frá A3 øki til D3, ið er ætlað stórum almennum stovnum

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 22. desember 2021 til 2. februar 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. februar 2022.

Uppskotið til byggisamtyktina sært tú her: