Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting í byggisamtyktini fyri Velbastað

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 16. desember 2021 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Velbastað fyri part av matr. nr. 52, Velbastaður.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta økið, har grótið frá Sandoyar tunlinum er lagt, frá K-landbúnaðarøki til B – sethúsaøki og C – vinnuøki.

Uppskot til endursko›an av byggisamtyktini fyri Velbastað er sent Umhvørvis- og vinnumálaráðnum til góðkenningar. Um hetta verður góðkent, verður øki B broytt til SA – bústaðarøki, og øki C verður broytt til SB2 – atvinnubygging.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 52, Velbastaður liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 22. desember 2021 til 2. februar 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. februar 2022.

Uppskotið til byggisamtyktina sært tú her: