Endurskoðan av byggisamtykt fyri Kirkjubø

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø.
Uppskotið um endurskoðanina fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, m.a. soleiðis at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Uppskotið hevur í tveimum umførum ligið til almenna hoyring, og er tillagað. Sethúsaøkini (A) sum í fyrra uppskotinum vóru vestanfyri í Lágabø, og omanfyri Ovaraveg, eru broytt aftur til landbúnaðarøkir. Umráðisparturin Bóndahús (G), verður staðsettur omanfyri Gamla Fjósið, og markið fyri miðstaðarøki (C) er tillagað, so tað fevnir um bøin millum spæliplássið og farstøðina, eins og í upprunaliga uppskotinum. Bøurin í bygdini er broyttur frá D1 til 4. grundumráði, so ásetingar samsvara við landbúnaðarliga virksemið. Økir, ið sambært galdandi byggisamtykt eru friðaði av mentunar- og søguligum ávum (H1), vera sambært uppskotinum broytt til frílendi (D1).
Tilfar, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 19. juni 2026 til 7. august 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. august 2026.
- Galdandi byggisamtykt fyri Kirkjubø
- Uppskot til byggisamtykt fyri Kirkjubø
- Kirkjubøur – kort áðrenn broyting
- Kirkjubøur – kort eftir broyting