Endurskoðan av byggisamtykt fyri Velbastað

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Velbastað.
Uppskotið um endurskoðanina fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, m.a. soleiðis at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Uppskotið hevur áður ligið til almenna hoyring og er tillagað. Millum annað eru galdandi F økini broytt til D1, byggiøkið er trekt burtur frá Mýandalsá, og bøurin í bygdini er broyttur frá D1 til 4. grundumráði, so ásetingar samsvara við landbúnaðarligt virksemi. Økir, ið sambært galdandi byggisamtykt eru friðaði av mentunar- og søguligum ávum (H1), vera sambært uppskotinum broytt til frílendi (D1).
Tilfar, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Velbastað, liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 19. juni til 7. august 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. august 2026.
- Galdandi byggisamtykt fyri Velbastað
- Uppskot til almenna byggisamtykt fyri Velbastað
- Velbastaður – kort áðrenn broyting
- Velbastaður – kort eftir broyting