Almen hoyring

Endurskoðan av byggisamtyktini fyri Nólsoy

Nólsoy Mynd 1600X800

Uppskotið um endurskoðan fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at lýsingar fyri ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi. 

Uppskotið hevur áður ligið til almenna hoyring og er tillagað soleiðis, at minst loyvda grundstykkjavídd í bústaðarøki A er broytt frá 300m2 til 250m2. 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Nólsoy liggur frammi niðanfyri á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 4. februar til 18. mars 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. mars 2025.

 

Tilfar