Almen hoyring

Endurskoðan av byggisamtyktini fyri Velbastað

Velbastað kringsýnismynd 2025

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. apríl 2025 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Velbastað.

Uppskotið fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis at lýsingar fyri ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.

Tilfarið, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini, sært tú niðanfyri. Tað liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 19. juni til 5. september 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga og í seinasta lagi 10. september 2025. Skriva til torshavn@torshavn.fo.