Lurta
ALMENN HOYRING

Endurskoðan av serstøku byggisamtyktini fyri Velbastað

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. oktober 2021 uppskot um endurskoðan av serstøku byggisam­tyktini fyri Velbastað.

Uppskotið um endurskoðanina fevnir í høvuðsheitum um hesi viðurskifti:

  • Endurskoðan av ásetingunum, soleiðis at ásetingarnar í byggisamtyktunum fyri bygdirnar í kommununi verða líkar
  • Endurskoðan og tillagingar av býarskipanini

Tilfar, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av serstøku byggisamtyktini fyri Velbastað liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 1. november 2021 til 13. desember 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 13. desember 2021.

Uppskotið til byggisamtyktina sært tú her: