Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Finsen og Grasagarð

Grasagarð Og Finsen Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Finsen og Grasagarð, matr. nr. 330, 331, 333, 334, 335, 336, 337, 338, 339a, 339b og litra aø, Tórshavn.

Uppskotið til serstaka byggisamtykt hevur til endamáls at varðveita tey varðveitingarverdu virðini í økinum, umframt at geva rúm fyri nýggjari bygging, har tørvur og møguleikar eru fyri tí.

Í sambandi við at uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt verður gjørt fyri økið, verður uppskot lagt fram um at avtaka galdandi serstøku byggisamtyktina fyri Kommunuskúlan, matr. nr. 339a og 339b, Tórshavn.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina fyri Finsen og Grasagarð og galdandi serstøku byggisamtyktina fyri Kommunuskúlan, liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 23. juni 2026 til 4. august 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 4. august 2026.