Lurta
ALMENN HOYRING

Nýggj serstøk byggisamtykt Millum Horna

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt Millum Horna, matr. nr. 1121a, 1121g, 1121h, 1121i, 1121k og 1121l, Tórshavn.

Uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina skipar økið við í mesta lagi 90 íbúðum.

Øki í liggur í A1 øki og A2 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, og viðurskifti so sum hæddir, byggi- og nýtslustig skulu vera í trá við setingarnar fyri økið.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt Millum Horna, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 29. juni 2021 til 10. august 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo seinasta lagi 10. august 2021.

Kunngerð – nýggj serstøk byggisamtykt Millum Horna

Serstøk byggisamtykt Millum Horna