Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt undir Gráasteini

Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt Undir Gráasteini apríl 2026_mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. mars 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt Undir Gráasteini í Havn. Samtyktin fevnir um matrikklarnar 1094c og 1094d. Uppskotið snýr seg um at skipa økið við íbúðarbygging í 2-3 hæddum umframt fríøki og felags hentleikar til íbúgvar í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 7. apríl 2026 til 19. mai 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 19. mai 2026.