Lurta
Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt á Kirkjustræti

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. september 2020 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt á Kirkjustræti, matr. nr. 135gx og 135gv.

Uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina á Kirkjustræti er gjørt sum partur av arbeiðinum at endurskoða almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, og skipar miðstaðarbygging á Kirkjustræti.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 79a og 1nh, Hoyvík liggur frammi á torshavn.fo/hoyringar og í Snarskivuni frá 6. oktober 2020 til 17. november 2020.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 17. november 2020.