Lurta
Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri ítróttarøkið við Stórutjørn

Almenn hoyring - nýggj serstøk byggisamtykt fyri ítróttarøkið við Stórutjørn 2022_mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. desember 2022 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri part av matr. nr. 139a og 1æf við Stórutjørn, Hoyvík.

Uppskotið snýr seg um at skipa økið til ítrótt. Ætlanin er, at serstaka byggisamtyktin seinni skal víðkast til at fevna um alt økið við Stórutjørn, og fer umframt ítrótt, eisini at fevna um bústaðar-, miðstaðar- og fríøki.

Tilfar, sum lýsir uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina fyri Stórutjørn sært tú við at trýsta á leinkini niðanfyri. Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 23. desember 2022 til 10. februar 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu
skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 10. februar 2023.